140x140

Roykburturkast

Dálkandi og heilsuskaðiligur roykur kemur frá brenning av burturkasti, t.d.  NOx, SO2, CO og dioxin. Roykurin inniheldur eisini tungmetal so sum blýggj, kadmium, krom, kopar og kyksilvur, ið m.a. stava frá brenning av battaríum og elektronikki, ið ikki er skilt frá. 

Krav er tí um, at roykurin skal reinsast áðrenn hann verður leiddur út úr skorsteininum. Restprodukt frá reinsingini verður savnað í stórsekkjum og avskipað til góðkendan móttakara uttanlands at tyrva. 

 

 

Vilt tú vita meira um burturkast, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Roykburturkast